Nú eru samráðingarnar um nýggjar lønarsáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum byrjaðar.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava gjørt av at samráðast í felag.
Og tey høvdu tann fyrsta samráðingarfundin við arbeiðsgevarafelagið týsdagin.
Men hesin fundurin var stuttur, hann vardi bara ein tíma.
Tað komst av, at hetta var bara ein kunnandi fundur, har báðir partar loddaðu dýpið hjá hvør øðrum.
Ingeborg vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur at tey bæði arbeiðarafeløgini løgdu síni sjónarmið fram, og tey løgdu eisini tey krøv fram, sum tey hava til nýggjan sáttmála.
Men hon sigur, at krøvini verða ikki almannakunngjørd enn.
Hon sigur, at tað komu ongi mótkrøv frá arbeiðsgevarunum á fundinum týsdagin.
Onki lønarkrav enn
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað hevur ikki verið vanligt at leggja sjálvt lønarkravið fram so tíðliga í samráðingunum, og tað varð heldur ikki lagt fram enn.
Men helst verður krav sett fram um eina trivaliga lønarhækking hesuferð.
Tí Ingborg Vinther hevur fyrr fortalt í Sosialinum, at eftir hennara tykki kann eitt lønarkrav uppá minni enn 10% als ikki koma upp á tal.
Men eftir aðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag seinasta vikuskiftið sigur hon, at tað varð funnist at henni fyri ikki at seta hægri krøv.
So lítið er at ivast í, at talan verður um eitt lønarkrav uppá eitt prosenttal við tveimum tølum.
Og í ársfrágreiðingini til aðalfundin seinasta vikuskifti segði Ingeborg Vinther, at hesuferð høvdu arbeiðarafeløgini gott um at halda í kravinum til lønarhæking.
? Tingmenn hava givið sær sjálvum lønarhækking uppá 60%, umframt tænastupensjón og aðrar ágóðar, sum aðrir borgarar ikki hava fingið
? Eitt nú hava teir fingið 2.000 krónur um mánaðin, skattafrítt, til telefon, brævpappír og telefax, o.a.
? Men samstundis er upphæddin til politiska upplýsing eisini hækkað eina hálva mió., upp í tríggjar mió.
? Hetta er eisini til telefon, brævpappír, telefax o.a.
Sostatt helt Ingeborg Vinther, at verkamannafjøldin hevði góðar grundir til at krevja munandi lønarhækking.
? Ikki minst tí at hesi seinastu 10 árini hevur verkamannafjøldin næstan ongan lønarbata fingið.
?Ístaðin hava vit víst hógv mótvegis vinnulívinum og givið tí góðar umstøður at fóta sær aftur aftaná kreppuna
? Vinnulívið er ikki blivið órógvað av lønarkrøvum. ? Men nú mugu vit fáa ein bita av kakuni.
? Vit skulu eisini minnast til, at keypiorkan er lækkað eini 23% hesi seinastu árini, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Ongin ábending
Ingeborg Vinther sigur, at fundurin týsdagin gav onga sum helst ábending um, hvussu samráðingarnar fara at ganga.
Tí dugur hon ikki at siga, hvussu hart hetta tørnið verður.
Enn minni dugir hon sostatt at siga, um talan aftur verður um arbeiðssteðg hesuferð.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár.
Næsti fundurin verður komandi týsdag, 27. apríl og tá verður væntandi samráðst uttan slit til ein avgerð er fallin.
Sáttmálin gongur úr Dýra biðidag. 30. apríl