Kravdur eftir gjaldi fyri pínligar myndir

Aftur í gjár vendi ein ungur maður sær til politistøðina, tí hann hevði havt samband við onkran á netinum, sum nú vildi almannakunngera ónærisligar myndir

 

Tað er javnan, at tað frættist um ungar menn, sum á netinum fáa samband við onkra ella onkran, ið teir gerast so væl við, at teir senda myndir av sær sjálvum, tá teir eru naknir. So gongur ein tíð, og teir fáa so tey ótespiligu boð um, at talan er um ein avpressara, sum nú vil hava pengar fyri at sletta myndirnar aftur. Hann vildi hava 1.000 dollarar frá manninum, annars verða myndirnar almannakunngjørdar ella sendar vinum og kenningum hjá viðkomandi.

Men ungi maður, sum í gjár vendi sær til løgregluna, sigur seg ongantíð at hava sent hesar myndir, og tí kann talan vera um, at teldan hjá honum er hakkað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

– Tí kunnu vit bara minna á tað, sum KT deildin hjá okkum altíð sigur, at fólk skulu javnan skifta út loyniorð til kontur á sosialum miðlum. Gera vit tað nóg ofta, so minkar vandin munandi fyri, at vit verða hakkað, sigur hann.

Lesið eisini: Hótti við at vísa myndir av naknum persóni

Løgreglan fær javnan slíkar fráboðanir, og so seint sum í síðstu viku skrivaðu vit um líknandi tilburð.