– Vit halda, at slíkar gerðir eru í andsøgn við royndirnar at fáa semju og frið í økinum, og kunnu gera eina longu spenta støðu enn meiri óstøðuga.
Tað segði Dmitrij Peskov, talsmaður hjá russiska forsetanum, við fjølmiðlar í dag.
Fyrr í dag boðaði russiska uttanríkisráðið frá, at “tað er greitt, at tey, sum skipaðu fyri hesum politiska morðinum, vóru fullgreið yvir, hvørjar avleiðingar hendan gerðin kundi elva til í økinum.” Uttanríkisráðið heitti eisini á “allar partar um at vísa varsemi og ikki taka stig, sum kunnu elva til, at trygdarstøðan í økinum gerst nógv verri”.
Millum onnur lond, ið hava fordømt atsóknina, eru Kina, Turkaland og Katar, meðan vesturlendsk lond meiri varisliga hava gjørt sagt, at støðan í Miðeystri ikki má gerast verri.