Myndugleikarnir í Finnlandi hava í vikuni gjørt vart við, at ætlanin er at beina burtur bindingarnar um, at kjarnorka ikki skal kunna goymast á finskum landaøki.
- Broytingin er neyðug fyri at gera tað møguligt hjá Finnlandi sum partur av Nato-verjusamgonguni at fáa fulla nyttu av ræðingini og felags verjuni.
Hetta segði finski verjumálarráðharrin, Antti Häkkänen, í gjár.
Ætlanin um hesa broyting hevur fingið øði í Kreml og talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sigur sambært Reuters í dag, at ein slík broyting verður ein potentiell hóttan móti Russlandi.
Talsmaðurin ávarar um, at Russland fer at koma við sínum svari, um kjarnorkuvápn verða á finskari jørð, men hann segði einki um, hvørji stig Russland møguliga fer at taka.
Uppskotið um at loyva kjarnorkuvápnum á finskum landaøki skal viðgerast í finska ríkisdegnum, og enn er eingin endalig avgerð tikin um hetta.











