Kreml: - Øll stríðsflogfør verða oyðiløgd

Í einari útsøgn í dag sigur eitt talsfólk hjá Kreml og russiska forsetanum, Vladimir Putin, at Russland fer at oyðileggja øll stríðsflogførini, sum Ukraina fær.

Talsfólk hjá russiska forsetanum sigur, at Russland fer at oyðileggja øll stríðsflogfør, sum Ukraina fær.

- Øll stríðsflogfør, sum verða send til Ukraina, verða oyðiløgd. Flogførini fara ikki at hava nakra ávirkan á gongdina í krígnum.

 

Tað sigur talsfólkið hjá Kreml sambært Reuters.

 

Eftir nógva umrøðu, avgjørdi pólska stjórnin í gjár at senda fýra Mig-29 stríðsflogfør til Ukraina.

 

Og í dag hevur eisini stjórnin í Slovakia samtykt at senda Ukraina uppaftur 13 Mig-29 flogfør.

 

Hósdagin segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, at danska stjórnin og aðrir sameindir eisini umhugsa at senda stríðsflogfør til Ukraina.

 

USA hevur áður sagt, at landið ikki hevur broytt meining, og at tað tískil ikki er aktuelt hjá landinum at senda F-16 jagaraflogfør til krígsherjaða landið.

 

- Vit hava ikki broytt meining, tá ræður um F16-flogførini, sigur John Kirby, talsfólk hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, sambært tíðindastovuni, NTB.

 

 

 

Talsfólk hjá russiska forsetanum sigur, at Russland fer at oyðileggja øll stríðsflogfør, sum Ukraina fær.