Kreppa í Vestmanna: Lurta bara eftir øðrum partinum í ósemjuni

Nú verða myndugleikarnir átalaðir fyri ikki at vísa lærarum og varaskúlastjóranum, virðing

 

 

Sum vit hava skrivað áður, er sannur Ruðuleiki í skúlanum í Vestmanna. Tað kom í hæddina, tá ið 18 av teimum 23 lærarunum í Vestmanna skrivaðu undir eitt neyðarróp til myndugleikarnar um at gera nakað við málið.

 

Trýst HER og les, hvat neyðarrópið frá lærarunum snýr seg um

 

Síðani hevur varaskúlastjórin fingið skriv um, at hon skal sigast úr starvi – og nú er skúlastjórin sjúkameldaður.

 

Nú ger eisini Lærarafelagið vart við seg, og í dag hava tey sent Undirvísingarstýrið eitt opið bræv har tey átala framferðina. Tað, sum Lærarafelagið átalar, er, at  myndigleikarnir hava bara tosað við stjóram, men hava aldrin spurt varaskúlastjóran, ella lærararnar um teirra sjónarmið

 

Lærarafelagið sigir, at sum tað sæst í skjølunum frá Undirvísingarstýrinum, hevur Undirvísingarstýrið, í telefonsamrøðu við skúlastjóran, longu tann 20. januar fingið at vita, at ósemja er ímillum skúlastjóran og varaskúlastjóran.

 

– Eftir hetta hevur eitt tætt samskifti verið ímillum Undirvísingarstýrið og skúlastjóran, sigur Lærarafelagið. Men alla hesa tíðina hevur Undirvísingarstýrið ongantíð vent sær til varaskúlastjóran, ella nakran av lærarunum fyri at hoyra teirra fatan av hesi ósemju.

 

– Undirvísingarstýrið tekur samanum í hesum máli bert við at hava hoyrt ein av pørtunum. Við at lýsa málið bert frá einari síðu, ger Undirvísingarstýrið lærarunum og varaskúlastjóranum órætt, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum.

 

 – Tað er ikki góður fyrisitingarsiður, at allir partar í einum máli ikki verða hoyrdir um viðurskifti, sum beinleiðis viðvíkja teimum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

 

– Í slíkum førum skal myndugleikin ikki bara hoyra um faktiska grundarlagið í málinum, men eisini um metingina í málinum, t.v.s. um grundarlagið fyri ætlaðu avgerðini.

 

– Ein víðkað hoyringarskylda er eisini galdandi í málum, har ein myndugleiki skal avgera eina tvístøðu ímillum fleiri partar. Ein slík partshoyring er ein so neyðugur - og týðandi-  partur í málsupplýsingini av málinum, og spurnartekin kann setast við um tað faktiska grundarlagið í hesum máli er rætt.

 

Føroya Lærarafelag fer at heita á Undirvísingarstýrið at vísa varaskúlastjóranum og lærarunum virðing og viðgera málið av nýggjum, sigur Lærarafelagið.