Fasti gerðarætturin skal nú taka støðu til, um tær sjúkrameldaðu jarðarmøðurnar skulu dømast aftur til arbeiðis. Tað var í dag klokkan 11.30, at jarðarmøðurnar hittist í Fasta gerðarættinum saman við lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum og Landssjúkrahúsinum, tí hesi seinnu vilja hava gerðarættin at døma jarðarmøðurnar aftur til arbeiðis.
Reglurnar í hesum førinum eru tær, at 72 tímar eftir, at Fasti gerðarætturin hevur móttikið málið, skal hesin taka støðu. Og tað var í gjár klokkan 11.30, at málið varð latið Fasta gerðarættinum til støðutakan.
Orsøkin til, at málið er komið hertil er, at 40% av ljósmøðrunum á LSH eru sjúkrameldaðar, og tað halda lønardeildin og landssjúkrahúsið verða avtalað spæl. Tað er í øllum førum tað, sum gerðarætturin skal taka støðu til.
Jarðarmøðurnar siga hinvegin, at tað er als ikki avtala spæl, men at limir teirra veruliga eru vorðnar sjúkar av ótolandi arbeiðsumstøðunum.
40% av jarðarmøðrunum svara til 7 jarðarmøður.