Tað er ikki vanligt, at ein amerikanskur forseti sendir boð eftir teimum, sum kappast um at taka við eftir hann, men George W. Bush hevur eisini sagt, at støðan er óvanlig, og at tað tíð er rímiligt at taka óvanlig stig.
Í einari sjónvarpsrøðu síðstu nátt segði Bush, at amerikanski búskapurin er í kreppu, og hann ávaraði um, at fleiri milliónir amerikanarar kunnu missa arbeiðið, og at kreppan kann gerast drúgv. Tí helt hann tað vera rætt av sær at bjóða teimum báðum forsetavalevnunum á fund um støðuna, tí annar teirra skal medvirka til at loysa trupulleikarnar.
John McCain og Barrack Obama hava játtað at hitta forsetan. McCain hevur skotið upp, at ein sjónvarpsdystur teirra millum verður útsettur orsakað av búskaparkreppuni, men tað vil Obama ikki. Tað er heldur ikki av tilvild, at hann sigur nei, tí sambært eygleiðarum hevur valstríðið hjá Obama havt stórt gagn av kreppuni og hevur verið medvirkandi til, at hann liggur væl frammanfyri í meiningakanningunum.