Kreppuloysnin varð varandi

MVG-frítøkan fyri lønir til bygging og umvæling av egnum bústaði var ein kreppuloysn, har ferð aftur skuldi á samfelagshjólini. Men hóast hjólini nú mala við fullari ferð, og trot er á arbeiðsmegi innan fleiri vinnugreinar, verður frádrátturin neyvan nortin, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður

Arbeiðsmarknaður

»Mælt verður til, at lo?guruppskot verða løgd fyri Løgtingið skjo?tast gjørligt, ið strika undantakið i? meirvirðisgjaldslo?gini, sum fri?tekur lønir til bygging og umvæling av egnum bu?staði fyri meirvirðisgjald…«
Somikið greið var niðurstøða um mvg-frítøku í handverksvinnuni, tá ein arbeiðsbólkur í Fíggjarmálaráðnum fyri tveimum árum síðani læt úr hondum eitt upprit um endurskoðan av mvg-lógini og punktgjøldum.

Ringt at nerta við
Men hóast tað nú eru tvey ár síðani, at uppritið varð latið landsstýrinum, og hóast búskaparlig atlit neyvan tala fyri eini varðveitslu av frítøkuni, so sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður, at tað verður neyvan aktuelt at avtaka regluna.
- Trupulleikin við slíkum kreppuloysnum er ofta, at tær verða verandi í lógini. Eg skal ikki siga, at tað er ógjørligt at broyta hetta, men tað er eitt mál, sum tað verður sera trupult at nerta við, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Men talan var um eina lóg, sum hevði til endamáls at fáa byggivirksemið ígongd aftur. Er tað ikki júst tað øvugta, sum tørvur er á í dag?
- Tað er í øllum førum trupult at fáa eyga á haldbærið í tí búskaparliga argumentinum fyri varðveitslu av regluni. Í øllum førum er einki, sum talar fyri, at vit skulu stimbra byggivirksemið í landinum. Hinvegin hevur eitt argument so eisini verið, at hetta er við til at minka um svarta arbeiðið, men tað havi eg ikki tað heilt stóru meiningina um.

Rakar sosialt
Bárður Nielsen sigur tó í sama andadrátti, at tað serliga er ein orsøk, sum vigar sera tungt, um ein slík lógarbroyting skal gerast.
- Trupulleikin er jú, at tú rakar tey, sum eru í ferð við ella ætla at seta búgv. Sum støðan á byggimarknaðinum er, so skalt tú kanska bíða í eitt ár, áðrenn tú fært nakran handverkaraar. Ein broyting við virkni frá t.d. 1. januar ber tí við sær, at fólk, sum kanska longu hava fingið fígging og handverkarar brádliga standa við einum húsum, sum verða 100 tkr. dýrari. Sjálvandi kanst tú siga, at hetta tá tænir endamálinum at minka um trýstið á arbeiðsmarknaðin, men tá eitt mál rakar sosialt á hendan hátt, er tað sera trupult at fáa ígjøgnum politisku skipanina, sigur Bárður.