Krevja at fáa strendurnar aftur á frítíðaroyggjunum

- Henda strondin er okkara, róptu mótmælisfólk, sum sunnudagin gingu í túsundatali millum ferðafólk sum sólaðu sær á oynni.

Mótmælisfólk síggjast á Playa de Las Americas undir mótmælisgongu móti hópferðavinnu í Tenerife sunnudagin. - Mynd: Desiree Martin/Ritzau Scanpix

Bara í ár hava tað verið meira enn fýra ferðir so nógv ferðafólk á Kanarisku oyggjunum, sum tað eru íbúgvar.

Og tað er meira enn vælumtókta ferðamálið megnar.

Tað var boðskapurin, tá túsundtals fólk mótmæltu hópferðavinnuni á Kanarisku oyggjunum í gjár.

Millum grundgevingarnar ímóti mongu ferðafólkunum er, at tey lokalu verða trongd út av bústaðarmarknaðinum.

Bæði í Gran Canaria, Tenerife, La Palma, Fuerteventura, Lanzarote og El Hierro vóru mótmælisgongur í gjár.

Í Playa de Las Americas í Tenerife gingu mótmælisfólk á strondini, meðan ferðafólk sólaðu sær:

- Henda strondin er okkara, róptu tey.

Mótmælisfólkini siga, at tey millióna vitjandi árliga skaða umhvørvið og náttúrutilfeingið í oyggjunum.

Í minsta lagi 8.000 hava tikið lut í mótmælisgongunum, upplýsir spanska stjórnin.

Millum januar og september vitjaðu 9,9 milliónir ferðafólk Kanarisku oyggjarnar, upplýsir spanska hagstovan.

Hetta er meira enn 10,3 prosent meira enn sama tíðarskeið í 2023.

Fólkatalið á vælumtóktu sponsku frítíðaroyggjunum var 2,2 milliónir í fjør.

- Vit hava brúk fyri eini broyting í ferðavinnumodellinum, soleiðis at ansað verður eftir okkara ríku náttúru her - eini broyting, soleiðis at tað, sum hetta landið hevur, verður virðismett, tí tað er vakurt, sigur 32 ára gamla Sara Lopez sunnudagin við tíðindastovuna Reuters á Stóru Kanaria.

##med2##

 

Um alt Spania, sum búskaparliga í stóran mun er bundið at ferðavinnuni, hava fleiri mótmælisgongur verið móti teimum mongu ferðafólkunum hetta árið.

Hetta er millum annað galdandi í Barcelona og Málaga umframt á Mallorca.

Økisstjórnin á Kanariuoyggjunum hevur gjørt uppskot til lóggávu, sum skal herða reglurnar fyri stutttíðarútleigan av bústøðum. Lógin verður væntandi samtykt seinni í ár.

 

Ritzau/Reuters

 

Mótmælisfólk síggjast á Playa de Las Americas undir mótmælisgongu móti hópferðavinnu í Tenerife sunnudagin. - Mynd: Desiree Martin/Ritzau Scanpix

Mótmælisfólk á Tenerife. Í gjár vóru tímalangar hópmótælisgongur Upptøka: Birgir Waag Høgnesen

Mótmælisfólk á Tenerife. Í gjár vóru tímalangar hópmótælisgongur Upptøka: Birgir Waag Høgnesen