?Hesi seinastu árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað 1.200 fólk.
?Men tað er ikki bara á hesum økið, at afturgongdin í Suðuroynni er stór.
? At kalla á øllum økjum er afturgongdin so stór, at tað krevst, at álvarslig stig verða tikin fyri at Suðuroyggin ikki skal avtoftast.
Henda støðan, sum Suðuroyggin er komin í, var tann beinleiðis orsøkin til, at umboð fyri tey politisku lokalfeløgini í Suðuroynni seinasta vikuskifti settust við sama borð at tosa um, hvussu støðan kann vendast.
Sostatt samdust feløgini um at leggja til síðis allar hugsjónarligar ósemjur fyri at viðgera tað felags málið, nevniliga at venda afturgongd í Suðuroynni til framburð.
Semja var um, at mong av hesum málum krevja, at politikararnir seta seg saman og av álvara viðgera støðuna og fara miðvíst til verka til frama fyri Suðuroynna.
Á fundinum var semja um fleiri mál, sum ætlanin er at heita á politikarar um at loysa.
Semja var um at heita á allar politiskar flokkar um at gera sítt til, at oljuvinnan skal leggja sítt virksemi í Suðuroynni.
Eisini eiga karmarnar fyri hesa vinnu at verða skaptir í oynni
Tí eigur sum skjótast at vera farið undir at kanna og gera royndir við eini tvíkylju um Suðuroyarfjørð, so at støða kann takast til, hvat skip skal útvegast til sigling ímillum Havnina og Suðuroynna.
Tað nýggja suðuroyarskipið skal lúka tey krøv, sum ikki bara suðuroyingar, men eisini oljuvinnan, setir til eitt gott samband, har tí-in er avgerandi.
Feløgini halda eisini, at vegirnir í Suðuroynni eru eru alt ov vánaligir.
Tey siga, at tað kann ikki góðtakast, at bert ein evarska lítil brotpartur av tí, sum verður játtað til vegagerð, skal detta niður í Suðuroynni.
? Á hesum øki er tað neyðugt at hækka játtina so at vegirnir í Suðuroy kunnu verða á sama støði sum aðrastaðni í landinum.
Feløgini halda eisini, at farast eigur sum skjótast undir at gera bergholið ímillum Øravík og Hov.
Tey politisku feløgini eru somuleiðis samd um, at tað er neyðugt at gera ein kommunalan útjavningargrunn fyr ialt landið.
Tey vísa á, at ein oyggj, sum hevur ligið í andaleypi í ein hálvan mansaldur, kennir sviðan av tí í ólukkumát.
?Soleiðis er eisini við teimum einstøku kommununum.
? Tí er tað neyðugt við einum útjavningargrunni, skulu fleiri av teimum ikki avtoftast.
Og at enda siga feløgini, at møguleikar eiga at verða skaptir í Suðuroynni, so at tey ungu kunnu nema sær hægri lestur í oynni.
? Tað er eitt stórt vandamál, at tey ungdómurin skal vera noyddur at fara av oynni at fáa sær hægri lestur, siga tey politisku lokalfeløgini í Suðuroynni í eini áheitan á landsins politisku myndgugleikar.