Kring Evropa

Stutt úr Premier League, La Liga, Seria og Bundesliguni.

Premier League:

Manchester United var um reppið at fáa øll stigini við sær heim av White Hard Lane, men í evstu løtu eydnaðist Clint Dempsey at javna fyri Tottenham. Manchester City vann 2-0 á Fulham á heimavølli, so nú er munurin millum liðini minkaður niður í fimm stig.
Robin Van Persie skoraði málið fyri Manchester United. Hann hevur nú megnað at skotið yvir tíggju mál á útivølli trý ár upp í slag.
Chelsea vann á Stamford Bridge á Arsenal. Ein sigur, sum gevur Rafael Benitez eitt sindur av arbeiðsfrið, tí felagið hevur ikki staðið seg væl á heimavølli.
Liverpool bjóðar nú av stríðnum um Champions League plássini við einum 5-0 sigri á Norwich.
Í botninum fingu bæði QPR og Reading kærkomin stig.

La Liga:

Barcelona tapti á fyrsta sinni í hesum kappingarárinum, tá teir leygarkvøldið vóru á vitjan hjá Real Sociedad.Katalanska stórfelagið var annars á odda 2-0, men endaði við at tapa 3-2 í evstu løtu. Barcelona miðverjin, Gerard Pique, fekk sítt seinna gula kort tíðliga í seinna hálvleiki.
Atletico Madrid greiddi sína uppgávu og vann, meðan Real Madrid knústi Valencia sundur. Í hálvleikinum var Real Madrid á odda heili 5-0. Cristiano Ronaldo og Angel Di María skutu tvey í part, mean Gonzalo Higuaín fekk eitt.
Barcelona er nú átta stig frammanfyri Atletico Madrid og 15 stig frammanfyri Real Madrid.

Seria A

Juventus økti um leiðsluna í Seria A við 4-0 sigri á Udinese. Nógv umtalaði Paul Pogba, sum skifti frá Manchester United í summar, skoraði tvey mál. Bæði tvey vóru framúr góð. Lazio fekk bara javnleik á útivølli móti Palermo, meðan Edinson Cavani bjargaði Napoli eitt stig, so tey bæði nú eru fimm stig aftanfyri gomlu damuna, ið liggur á odda í Seria A.
Venjarin hjá Genoa, Gigi Delneri, hevur fingið sparkið, eftir at liðið tapti 2-0 fyri Cagliari, sum somuleiðis stríðist í botninum.
AC Milan hoppaði eitt pláss upp á stigatalvuni við 2-1 sigri á Bologna, meðan AS Roma ikki megnaði at vinna á Inter Milan á heimavølli, so teir nú liggja nummar sjey – aftanfyri AC Milan.
Wesley Snejider, sum hevur verið settur í samband við Manchester United í fjør og Liverpool í ár, hevur nú skrivað sáttmála við turkiska Galatasaray.

Bundesligan:

Stóra søgan í Týsklandi er, at Bayern Munchen hevur gjørt sáttmála við Josep Guardiola fyri komandi kappingarár. Fyrrverandi Barcelona venjarin verður sostatt venjari hjá týska stórfelagnum frá í summar og trý ár fram.
Bayern Munchen vann um vikuskiftið 2-0 á Geruther Furth. Mario Mandzukic skoraði bæði málini.
Bayern Leverkusen og Borussia Dortmund elta Bayern Munchen. Bayern Leverkusen vann 3-1 á Eintracht Frankfurt, meðan Borussia Dortmund vann heili 5-0 á Werder Bremen á útivølli.
Nuri Sahin, sum skifti til Dortmund frá Liverpool fyri kortum spældi sín fyrsta dyst og skoraði.