- Hetta er eitt greitt tekin um eitt aggressivt Kringvarp, sum arbeiðir í stríð við lógina og undirgrevur privatu fjølmiðlarnar.
Tað sigur Árni Gregersen, ábyrgdarstjóri á Dimmalætting, um nýggju sponsoravtaluna millum sp/f Progress og Kringvarp Føroya.
Í sáttmálanum verður útgreinað, at "sp/f Progress fær loyvi til at selja sponsoravtalur vegna KvF av øllum sendingum og øðrum sponsorumráðum hjá KvF."
Árni Gregersen vísir á breiðu, politisku semjuna um at Kringvarpið skuldi niðurlaga lýsingapartin, soleiðis at pláss eisini er fyri privatum fjølmiðlum í Føroyum.
- Vit uppliva júst tað øvugta, har Kringvarpið uppraðfestir lýsingarnar. Kringvarpið blívur svansað til, sigur Árni Gregersen.
Hoyr, hvussu ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting tulkar sáttmálan millum sp/f Progress og Kringvarpið: