Tey, sum høvdu ætlað sær at sæð Deg og Viku í sjónvarpinum í kvøld verða skuffað.
Tí í staðin fyri sjónvarpstíðindini, so fer Kringvarpið at endursenda eina gamla sending av Spísikamarinum hjá Gutta Winther.
Næstu fimm vikurnar verða sjónvarpstíðindi bara á skánni týskvøld og fríggjakvøld. Ítróttarsendingin 3-2 er farin í summardvala, og hon verður aftur á skránni um átta vikur, tann 24. august.
Dia Midjord boðaði í tíðindaskrivi fyri løtu síðani frá broytingum, sum altso longu eru settar í gildi. Hann sigur, at føroysku hóskvøldssendingarnar eru aftur á skránni 17. september. Sjónvarpsguðstænastur og andaktir fara eisini í summarsteðg, men Kringvarpið fer at endursenda møtirøðir somu tíðspunkt. Barnasendingar í sjónvarpinum halda fram sum vanligt, bæði gerandisdagar og sunnumorgnar.
Sjónvarpið sendir á ólavsøku frá setanini ólavsøkuaftan, og ólavsøkudag frá skrúðgongu, guðstænastu, og tá tingið verður sett. Sjónvarpið hevur beinleiðis sending úr býnum ólavsøkuaftanskvøld.