14 ára gamla Krista Mørkøre, ið svimur við Ægir og ÍSB, luttekur í stóru kappingini altjóða týska meistarakappingin fyri svimjarar við breki, IDM í Berlin.
Krista Mørkøre hevur higartil vunnið fýra bronsuheiðursmerki. Eitt av teimum vann hon í 400 m frí, í kapping fyri vaksin.
46 tjóðir eru umboðaðar í kappingini. Krista venur miðvíst fram ímóti at røkka kravtíðinum til Paralympisku leikirnar í Rio í 2016. IDM er eitt týdningarmikið stig á leiðini.