Fríggjakvøldið fer Kristel Lisberg at tulka Nirvana í royndini at sleppa víðari í donsku X-Factor kappingini.
Fýra sangarar við føroyskum ættarbondum eru framvegis við í donsku X-Factor kappingini. Ein av teimum er songkvinnan Kristel Lisberg.
Hon fer at syngja ein grunge-klassikara hjá Nirvana, tá ið hon skal royna at sannføra sín dómara, Pernille Rosendahl, um, at hon skal víðari í kappingini. Talan er um sangin Come As You Are, sum er ein av teimum friðarligaru sangunum hjá Nirvana.
- Mær dámar tónleik, tá ið hann verður myrkur, djúpur og mystiskur og fer beint í sálina, sigur Kristel Lisberg við heimasíðuna hjá DR.
Her ber til at síggja Kristel syngja sangin og svara spurningum:
www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2012/0125111820.htm
X-Factor er aftur á skránni á DR1 fríggjakvøldið kl. 19.00. Leygarkvøldið kl. 19.00 verða Kristel Lisberg og Sveinur Gaard Olsen við í sendingini Hvonn Live á Rás2, og tey fara millum annað at syngja live í sendingini, sum verður send beinleiðis av Hvonn í Havn.