Kristian Joensen avloysir Teit Gestsson

Manslandsliðið: Málverjin hjá NSÍ er innkallaður

Kristian Joensen úr NSÍ er úttikin til UEFA Nations League dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Håkan Ericson hevur úttikið Kristian Joensen úr NSÍ til dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi. Kristian avloysir Teit M. Gestsson, sum er skaddur, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Beint aftaná middag í dag hevði A-landsliðið við monnum sína seinastu venjing undan fyrra av tveimum UEFA Nations League dystum, sum eru á skránni næstu dagarnar.

 

Í morgin, leygardagin spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli, og týsdagin í komandi viku møta Håkan Ericson og hansara menn Lettlandi á Skonto Stadion í Riga.

 

Men tað verður uttan Teit Matras Gestsson í føroyska hópinum. HB málverjin hevur ein skaða at dragast við, og verður ikki klárur til landsdystirnar, ið standa fyri framman. Í staðin hevur Håkan Ericson úttikið Kristian Joensen úr NSÍ.

 

Landsliðið vandi í dag á Hoyvíksvøllinum, tí Norðurmakedónia vandi á Tórsvølli. Gestandi liðið hevur altíð fyrstarætt at velja tíðspunkt. Myndirnar niðanfyri eru frá venjingini fríggjadagin, sum var á Hoyvíksvøllinum.

 

Kristian Joensen úr NSÍ er úttikin til UEFA Nations League dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen