Tað sigur Kristian Joensen um taklingina hjá Kristini R. Mouritsen, tá hesi báðir rendur saman í dystinum við Løkin í gjár. Kristian Joensen mátti hjálpast av vøllinum og skiftast út.
– Eg haldi hatta er ein skitin takling. Eg havi bóltin heilt uppi við bringuni og hann rakar meg í knæið. Tað er ein metur frá har sum bólturin er. Tá rakar hann ótrúliga illa, sigur ein firtin Kristian Joensen, sum í morgun hevur verið til lækna.
– Hann hevur ongan kajns at fáa bóltin og aðrastaðni sært tú spælara hoppa uppum málverjan, tá hann kemur út upp á handan mátan. Eg haldi hatta er ein svíagerð, sigur NSÍ málverjin.
Hann hevur verið til lækna í dag, men enn kann ikki staðfestast hvussu álvarsligur skaðin er.
– Tað er ikki krossbandið og tað er heldur ikki meniskurin, men tað kann verða liðbandið, sum hevur fingið skaða. Í besta føri, so er tað bara eitt slag og so skuldi eg kunna spælt um eina viku ella tvær, sigur Kristian Joensen í morgun.