Um vikuskifti var einstaklingakappingin í billiard avgreidd á Tvøroyri. Vinnarin gjørdist tann sami sum í fjør - navniliga Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba. Við sínum róliga og brillierandi spæli dró hann longsta strái.
Í finaluni vann hann sikkurt á Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billiardfelag. Dysturin gjørdist ongantíð spennandi. Kristian Suni byrjaði væl og sum dysturin leið gjørdist munurin alt størri og størri. Við góðum serium og tolni fekk Kristian Suni 710 eygu. Hetta man sigast at vera sera flott. Max fekk ongantíð sítt annars sera góða spæl ígongd. Hepni, sum skal til, var ikki við honum hendan dystin. Í kvartfinalubólkinum hevði Max annars kvøldið fyri vunnið á Kristian Suna við heili 772 eygum móti 586 í einum sera drúgvum dysti.
Dystin um 3. plássi varð leiktur millum Bjarna Skaalum úr Kagganum og Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar Klubba. Dysturin byrjaði javnur. Munurin var ikki stórur í fyrra hálveiki. Í seinna hálvleiki fór Ólavur eitt sindur framum. Bjarni, sum annars er kendur fyri sínar stóru seriur, megnaði ikki at fáa nakra góða seriu í hesum dystinum. Ólavur økti síðani um munin og vann tískil dystin og harvið bronsuna.
Jan Muller úr Kagganum, Niels Nielsen og Carsten Hansen úr Havnar Klubba og Jens Pauli Poulsen úr Tvøroyrar Billiardfelag, sum eisini høvdu kvalifiserað seg til kvartfinalubólkarnar, vóru ov stuttir hesuferð at náa hálvfinalunum. Tað vóru teir somu fy´ra, sum kvalifiseraðu seg í ár sum í fjør til hálvfinalurnar.
Klaksvíkingar hava annars vunnið alt, sum er at vinna, í ár. Ólavur vann Haldor Holm Cup kappingina í oktober, liðkappingina í 1. og 3. deild vann Klaksvíkar Klubbi, Kristian Suni vann sum kunnugt kappingina fyri einstaklingar og steypið fyri hægstu seriu vann mín sann eisini Kristian Suni við 224 eygum.