Føroyski U21 landsliðsmálverjin hevur seinastu tvær vikurnar vant við Brøndby IF, sum hevur verið á venjingarlegu í Dubai. Brøndby leitar eftir nýggjum eykamálverja og hava tí sambandi eisini hugt nærri at Kristiani Joensen.
Les eisini: Kristian royndarvenur við Brøndby
Kristian slapp ikki á vøllin í teimum trimum venjingardystunum, sum Brøndby spældi á ferðini. Nú hevur Brøndby eisini kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við royndan belgiskan málverja. Talan er um 30 ára gamla Bram Verbist, sum kemur frá belgiska Cercle Brügge.
Les eisini: Ongin spæltíð til Kristian
Kristian Joensen hevur eisini roynt seg í danska AB. Her ljóðar, at felagið framvegis hevur áhuga at knýta føroyska málverjan til felagið, men AB roynir eisini aðrar málverjar í løtuni.