Kristianna Winther Poulsen nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini

Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, hevur sett nýggja Javnstøðunevnd. Kristianna Winther Poulsen verður forkvinna í nevndini

JAVNSTØÐUNEVND: Kristianna Winther Poulsen starvast í Granskingarráðnum og er ES-samskipari í Mentamálaráðnum.

Hon er útbúgvin cand. mag í fronskum og søgu og Master of Science í leiðslu og fyrisiting.

Nýggja forkvinnan fyri Javnstøðunevndina hevur víst stóran áhuga fyri javnstøðuspurningum, og hevur millum annað starvast sum fulltrúi í javnstøðumálum. Í 2002 luttók hon í CEDAW Examination í ST í New York, og hon skrivaði fyrstu føroysku CEDAW frágreiðingina í 2004. Eisini hevur hon luttikið í norðurlendskum samstarvi innan javnstøðu.

Hini, ið manna Javnstøðunevndina, eru:

Jákup Páll M. Mortensen

Egon Joensen

Marjun Turid Magnussen

Magnus Tausen.


Varalimir eru Heðin D. Poulsen, Guðrið Joensen, Esther Dahl, Eileen Sandá og Maibritt Mohr.

Virksemið hjá Javnstøðunevndini er í høvuðsheitum at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, at vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og at geva tilmæli í javnstøðumálum.

Nýggja Javnstøðunevndin er vald fyri løgtingsskeiðið 2008 – 2012.