Í dag spældu Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand á útivølli móti sterka liðnum, Kolstad á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Kolstad sum hevur verið við til at mynda toppin í bestu norsku hondbóltsdeildini í mong ár blivu sum væntað ov sterkir fyri Kristiansand.
Kolstad vann dystin 33-24. Í steðginum var Kolstad á odda 17-9. so Kristiansand fótaði sær heilt væl í seinna hálvleiki.
Hinir báðir føroyingarnir, Bjarni í Selvindi og Tróndur Mikkelsen eru framvegis uttanfyri við skaða.
Kristiansand er aftaná fimm umfør næstaftast í deildini við bert tveimum stigum.
Helgi bleiv noteraður fyri eitt mál í dagsins dysti.
Komandi hóskvøld spælir Kristiansand á útivølli móti Bergsøy úr næstbestu deildini í áttandapartsfinaluni í norsku steypakappingini.