Helgi H. Hoydal, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld fyrstu fjórðingsfinaluna í endaspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Kristiansand hevði torføran útidyst móti Runar Kristiansand, ið sambært veddingarfyritøkunum var risastórur favorittur til at vinna dystin.
Kristiansand mátti lúta 32-35 fyri Runar, men teir góvu liðnum úr Sandefjord ein skarpan gang.
Í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Kristiansand, ið var á odda 17-15 í steðginum. Í seinna hálvleiki leikaði leingi javnt á, men seinastu minuttirnar lá illa fyri hjá Kristiansand.
Tá seks minuttir vóru eftir var støðan 31-30 til Kristiansand, men eftir tað steðgaði málskjótingin upp hjá Kristiansand. Upp á fimm minuttir skoraði Runar fimm mál á rað uttan, at Kristiansand megnaði at svara aftur, og so var støðan 35-31 til stórfavorittin.
Helgi gjørdist við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Kristiansand, harumframt legði Helgi eisini upp til eitt mál. Pauli skoraði bara eitt mál, men hann var ein sannur assistkongur í kvøld. Pauli legði upp til ikki færri enn 10 mál. Haraftrat vann hann liðnum eitt brotskast.
2. fjórðingsfinalan millum Kristiansand og Runar verður leikt í Kristiansand komandi mikukvøld, har givið er, at Runar aftur hevur favorittleiklutin. Men hesaferð eru Helgi, Pauli og liðfelagarnir á heimavølli, og tað flytur altíð nógv.