Kristiansand tapti tepurt fyri oddaliðnum

Liðið hjá Tróndi Mikkelsen gav Elverum skarpan gang

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand høvdu í kvøld sera torføra uppgávu á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í Aquarama-høllini í Kristiansand tók heimaliðið móti oddaliðnum, Elverum. 

 

Tað eydnaðist Kristiansand at geva oddaliðnum ein skarpan gang, men heimaliðið mátti at enda lúta 25-27. Elverum var á odda 15-12 í steðginum.

 

Tróndur skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál hjá Kristiansand.

 

Kristiansand hevur fýra stig aftaná fýra teir fyrstu dystirnar higartil í kappingini.

 

Sunnudagin klokkan 17 spælir Kristiansand dyst á útivølli í norsku steypakappingini móti Nærbø.