Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Runar Sandefjord.
Í Aquarama-høllini í Kristiansand mátti heimaliðið lúta 21-32 fyri Elverum, ið var á odda 16-11 í steðginum.
Kristiansand er nummar níggju í deildini við seks stigum. Alt avgerandi fyri Trónd og liðfelagarnar er at enda millum átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl. Tað er treytin fyri, at teir kunnu vinna seg í endaspælið.
Í kvøldsins dysti skoraði Tróndur eitt mál, legði upp til eitt mál, og vann liðnum eitt brotskast.
Sunnudagin 3. november spælir Kristiansand á útivølli móti botnliðnum, Haslum sum einki stig hevur.