Kristin fær stuðul av Borgaralistanum

Nú er greitt, at fólk av Kommunulistanum hjá Kristini Michelsen og fólk av Borgaralistanum á Tvøroyri stilla upp á einum felagslista til kommunuvalið 10. november.

Hesum boðaði Kristin Michelsen frá í gjárkvøldið, tá hann kunngjørdi Felagslistan á Tvøroyri.

Hesi stilla upp á Felagslistanum:

  1. Jónleyg Jespersen Bech
  2. Mina Joensen
  3. Júst Albinus Johannesen
  4. Kristin Michelsen
  5. Alvi Mortensen
  6. Jónhild Midjord Nybo
  7. Ólavur Rasmussen
  8. Rasmus Rasmussen
  9. Reidar Simonsen
  10. Frits Strøm
  11. Anita Vibergsdóttir

Kristin Michelsen og Alvi Mortensen sita í býráðnum á Tvøroyri fyri Kommunulistan, sum er listin hjá Kristini Michelsen, ið varð gjørdur upp undir seinasta kommunuval, eftir at greitt var, at Kristin Michelsen ikki slapp á listan hjá Javnaðarflokkinum.

Anita Vibergsdóttir situr í býrðanum fyri Borgaralistan og hevur áður sitið fyri Fólkaflokkin.

Á seinasta býráðsvali fekk Kristin Michelsen 207 persónligar atkvøður. Alvi Mortensen fekk 55.

Anita Vibergsdóttir á Borgaralistanum var vald við 70 atkvøðum, og Ólavur Rasmussen, sum ikki varð valdur, fekk 41 atkvøður.

Nú Borgaralistin og Kommunulistin leggja saman, bendir alt á, at tað bara vera tveir listar á Tvøroyri, Felagslistin og Javnaðarflokkurin.

Freistin at lata listarnar inn til kommunuvalið er týsdagin 20. oktober klokkan 18.