Kristina Háfoss kann ikki svara um ríkar og fátækar føroyingar

 Tað eru ongi tøl, sum vísa, hvussu ríkir teir ríkastu føroyingarnir eru. Tað staðfestur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Tí sigur, hon, at tað ber ikki til at svara nøkrum spurningum frá Sonju Jógvansdóttir, løgtingskvinnu, um, hvussu ríkidømið í Føroyum, er býtt.

 

Men hon sigur kortini, at í Føroyum er tað, tey á fakmáli kalla ginitalið, 23,3. Ginitalið vísir, hvussu inntøkurnar eru býttar. Hava øll somu inntøku, er ginitalið null, og hevur eitt húski alla inntøkuna, er ginitalið 100.

 

Og tá ið ginitalið í Føroyum er 23,3, vísir tað, at Føroyar er tað Norðurlandið, at ójavnin ímillum fólkið er tann minsti av øllum Norðurlondum. Danmark er tað Norðurlandið, har ójavnin er størstur, og har er ginitalið 27,4.

 

Samanumtikið er tað soleiðis, at jú longri ein flytur seg burtur frá norðurlondunum, jú størri er ójavnin í samfelagnum, sigur Kristina Háfoss.

 

Hon leggur afturat, at í Føroyum er tann ríkasti fimtiparturin 3,2 ríkari enn tann fátækasti fimtiparturin. Í Danmark er hann 4,1 ferðir ríkari.