Kristina Háfoss nýggjur stjóri fyri Norðurlandaráðnum

Nordisk Råd hevur júst kunngjørt, at Kristina Háfoss verður nýggjur stjóri fyri ráðnum

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur á fundi í dag gjørt av at seta Kristinu Háfoss sum stjóra fyri ráðið, sum hevur skrivstovu í Keypmannahavn.

Sessurin sum stjóri fyri ráðnum verður leysur frá 1. februar komandi ár, tá ið núverandi stjóri, Britt Bohlin, fer frá.

Í fráboðanini frá ráðnum sigur Kristina Háfoss, at hon gleðir seg sera nógv til nýggja starvið hjá sær.

- Londini hava nógvar og týðandi uppgávur fyri framman, sigur Kristna Háfoss. Tí er tað ein heiður fyri meg at fáa møguleika fyri at arbeiða við Norðuralandaráðnum og formansskapinum.