Kristina syngur duett við Bare

Songkvinnan Kristina Bærendsen verður serligur gestur, tá ið countrylegendan Bobby Bare fer at spæla á Summar Festivalinum leygarkvøldið

 

Kristina Bærendsen hevur seinnu árini verið nógv frammi sum songkvinna. Hon er við í bólkinum hjá Hallur Joensen, har hon bæði hevur sungið kór, duettir og solo, og hon hevur eisini havt onkrar framførslur sum solistur.

 

Á Summar Festivalinum fer Kristina Bærendsen at syngja duett saman við legenduni Bobby Bare. Bobby og Kristina fara at syngja sangin Let It Be Me, sum Bobby Bare upprunaliga sang saman vði Skeeter Davis.

 

Konsertin við Bobby Bare verður á Vágsbøi leygarkvøldið kl. 21.00.