Kristine Stricker Hestbech verður í Sumba 26. og 27. februar Kendi presturin Kristine Stricker Hestbech verður at hoyra í Samkomuhúsinum í Sumba 26. februar kl. 19.00 og har heldur hon fyrilestur við heitinum ´Det gode liv - jagten på lykken´.
Eftir fyrilesturin verður kaffi at fáa og Kristine verður at hitta. Høvi verður at seta spurningar ella bara at práta saman. Fyrilesturin er almennur.
Mikudag 27. februar kl.19.00 er føstuguðstænasta í Sumbiar Kirkju við Kristine Stricker Hestbech.
Tað er kirkjuráðið í Sumba, við stuðli frá kommununi, ið skipar fyri tiltøkunum.