Kroppurin sum listaverk

Sterkir litir, nýggj hugskot og øðrvísi vinklar av tí gerandisliga eyðkenna listaframsýningina hjá Jórun Høgnesen í Leikalund í Klaksvík. Ongin ivi er um, at unga listakvinnan av Norðoyri er sín egin, og hóast málningarnir ikki eru so nógvir í tali, tykist tað, sum at teir hvør sær eru á tremur við orku og draga uppaftur fleiri hugskot við sær.

- Eg má viðganga, at eg kann standa púra hugtikin og stara niður í eitt málingablikk, tá litirnir verða blandaðir. Og so haldi eg tað vera sera spennandi at koma við góðum ráðum um litsamansetingar, tá kundar hava brúk fyri hugskotum. Men burtusæð frá tí, ber tað neyvan til at samanbera mítt arbeiði við tað, sum eg geri mest av í frítíðini, sigur Jórun Høgnesen, sum dagliga starvast í Norðoya Litbúð í Klaksvík. Í frítíðini tekst Jórun nevniliga við list, serliga við at mála, og hesar dagarnar eru nøkur av úrslitunum at síggja á framsýningini í Leikalund.
Kroppar, skuggar og litir
Eitt afturvendandi tema á framsýningini hjá Jórun er mannakroppurin. Fyri Jórun er kroppurin mest at líkna við eitt listaverk í sær sjálvum, eina skurðmynd, sum kann skapast og umskapast alt eftir, hvørjar litir og skuggar, tú leggur á myndina. Men í listaheiminum hjá Jórun eru skuggar ikki bara gráir tónar við ymsari styrki. Á fleiri av myndunum eru skuggarnir endurgivnir í brandreyðum, sólgulum ella havbláum litum, so at kroppurin nærum verður ein eksplosjón av nýggjum útrykkum.
Sum ein mótsetningur til sterku litirnar hongur ein málningur í svørt / hvítum av einum manni í einum rættiliga rukkutum jakka. Ongin ivi er um, at hetta er ein mynd av Jákupi Magnussen, men Jórun greiðir frá, at tað kanska mest vóru skuggarnir á jakkanum á eini mynd, hon sá av Jákupi, sum hon vildi endurskapa. Ætlanin var, at skuggarnir skuldu hava litir, men so langt kom Jórun ikki. Men sjálvt um málningurin í grundini als ikki liðugur, valdi Jórun at taka hann við fyri eisini at vísa ein part av listarligu gongdini og tað øðrvísi úttrykkið, ein mynd hevur, áðrenn litirnir verða lagdir á hana.
Eivør - ein fyrimynd
Jórun heldur seg ikki hava nakrar ávísar málarar sum fyrimyndir, men gerst heldur hugtikin av einstøkum málningum ella  stílbrigdum hjá øðrum málarum. Hon nevnir, sum dømi, grafiska stílin hjá Edward Fuglø og litirnar hjá Øssur Mohr, men hon leggur seg ikki eftir endurskapa hesi stílbrigdi í sínum egnu málningum. Hinvegin er hon altíð til reiðar at brúka listina hjá øðrum sum íblástur, so hon sjálv kann koma víðari og skapa okkurt nýtt og øðrvísi. Tí er tað kanska ikki so løgi, at Jórun nevnir Eivør Pálsdóttir sum tað nærmasta, hon kemur eini einstakari fyrimynd.
- Har hugsi eg ikki beinleiðis um tónleikin ella málningalistina hjá Eivør, men heldur um hennara tilgongd til tað listarliga arbeiðið. Eivør líkist ongum øðrum, og ger sjáldan tað, vit vænta ella kanska vóna, og tað eri eg øgiliga hugtikin av, sigur Jórun, sum eisni hevur brúkt Eivør sum myndevni í tveimum av málningunum á framsýningini.
Liðug, tá eg eri nøgd
Jórun kundi hugsað sær at brúkt nógv meir tíð uppá listina, men sum er, ber tað ikki til við fullum starvi og nógvum øðrum frítíðarvirksemi. Ætlanin var, at hava nógv fleiri málningar við á framsýningini, men hon fekk ikki stundir til tað, og tí valdi hon heldur at brúka tíðina til at fínpussa tær myndirnar, hon hevði.
- Eg arbeiði ógvuliga seint og kann brúka fleiri vikur uppá ein málning. Tað ber ongantíð til hjá mær at siga frammanundan, nær ein málningur verður liðugur. Hann er liðugur, tá eg eri nøgd, og tað kann taka bæði vikur og mánaðir, sigur Jórun.
Jórun hevur sett sær fyri, at arbeiða við list burturav í framtíðini, og í løtuni roynir hon at kanna ymsar skúlar, sum kundu komið uppá tal. Tað skal helst vera ein skúli, har hon fær høvi at royna seg við ymsum listagreinum, sum til dømis design og leirlist. Hetta hevur hon roynt seg við fyrr, og á hesi framsýningini hevur Jórun eisini nakrar leir- og glaslutir við.
Framsýningin hjá Jórun verður at síggja fram til 6. august.