Um dagarnar kom fram, at Sjónvarp Føroya manglaði pengar. Grundin var, at meira var brúkt, enn inn var komið. Og tað er sjálvandi ikki serliga heppið.
Fluks fóru bæði politikkarar, pressa og vanlig fólk at viðgera hesa støðuna. Og kravið lat ikki bíða leingi eftir sær.
Tað gamla, vælkenda : Krossfest, krossfest.
Ábyrgd skal plaserast, sigur fíggjarnevndarformaðurin. Sjálvur heldur hann seg onga hava.
Meira ivasamur er landsstýrismaðurin. Hann veit væl, at hann í seinasta enda hevur ábyrgdina, men kann turka hana av niður eftir rygginum á sjónvarpsstjóranum.
Hann man tó hava onnur mál í huganum. Sami landsstýrismaður varðar eisini av stuðlinum til Tórsvøll.
Men skal hann fylgja politikkinum, undanfarna landsstýrið hevði, er bara ein vegur. Út við stjóranum. Og ein tugd kliché í hasum selskapinum er, at eitthvørt landsstýri stendur á herðunum á tí undanfarna.
Hann himprast. Vit vita ikki reiðiliga hví. Men vit hava merkt okkum, at sjónvarpsstjórin var rættiliga opinskáraður í Degi og Viku sama kvøld, sum málið kom alment fram. Síðan hevur hann tagt.
Og fyri landsstýrismannin man tað helst fara at roynast frægast, at hann roynir í semju at finna eina loysn á fíggjatrupuleikunum hjá Sjónvarpinum. Hann man eins og fleiri ásanna, at stjórin ikki einsamallur hevur alla skuldina.
Tað hava vit fleiri dømi um.
Eitt er Strandferðslan. Neyvan var blekkið á sjónvarpsfrágreiðingini tornað, fyrr enn Strandferðslan kom við eini frágreiðing, sum segði tað sama, sum Sjónvarpið. Tað manglar í.
Enn er so einki krav komið um avhøvding av stjóranum. Hann átti tó ikki at kent seg so tryggan, tí hansara landsstýrismaður hevur ávísar royndir í so máta.
Strandferðslustjórin er ógvuliga útsettur, og dagliga stendur hann fyri skotum, tí ávísar ferðaætlanir ikki hóva ávísum politikkarum. Og so kemur kravið um krossfesting beinanvegin.
Hesir somu politikkarar áttu heldur at hildið fingrarnar burtur frá ferðaætlanunum. Teir máttu tó dugað at sæð, at tað er ómøguligt at reka ein stovn, tá annarhvør varamaður, sum kemur á ting eina viku ella tvær, skal seta síni fingramerki á ferðaætlanina fyri at tekkjast sínum privatu veljarum. Og tá verður púra ómøguligt hjá stovninum at arbeiða skilagott.
Upp gjøgnum søguna kenna vit ótald dømi um, at valdsharrarnir bara hava avrættað teir, sum ikki makkaðu rætt.
Eisini í okkara egna kongaríki hevur kongur megnað at avrætta mestsum alt, sum eitt sindur av viti og skili var í. Tað stóra blóðbaðið í Stockholm var eitt dømi. Men heldur ikki kongur helt so leingi eftir tað.
Tí eiga eisini okkara politikkarar at leggja sær í geyma, at tað er nógv skilabetri at samstarva við tey, sum hava kunnleikan, enn at kríggjast við tey.
Eitt er vist. Tað verða hvørki sjónvarp ella strandferðsla rikin skilagott, um politikkarar bara krevja tað og tað, gloyma at tað kostar pengar og at enda smoyggja ábyrgdina av sær sjálvum.
Sosialurin