Fríðrikur krúnprinsur hevur verið í nærsamband við ein koronusmittaðan persón, og tí hevur hann nú avlýst sína ferð til Japan, har Olympiskir Leikir byrja seinni í vikuni.
Ætlanin var, at krúnprinsurin skuldi verða í Japan frá 19. til 26. juli og eitt nú verða til setanina av leikunum.
Kongshúsið sigur, at Fríðrikur krúnprinsur fer at fylgja tilmælum um at lata seg kanna, eftir at hann hevur havt samband við smittaða persónin.
Kongshúsið upplýsir, at Mary krúnprinsessa og tey fýra børnini hjá teimum ikki hava verið í sambandi við tann smittaða persónin.