Øksaálopið: Eitt stórt puslispæl má leggjast

Ljóðbrot á Rás2: Jón Klein Olsen sigur, at fleiri vitni skulu avhoyrast í grova harðskapsmálinum leygarnáttina, men hann væntar ikki, at fleiri verða handtikin.

 

Um eitt-tíðina leygarnáttina var ein maður yvirfallin og niðurstungin í Vesturbýnum í Havn. Maðurin fekk so álvarsligan skaða, at hann var lagdur undir skurð, men løgreglan sigur, at hann hevur tað hampuliga gott nú.

 

Tvei mans eru varðhaldfongslaðir fyri hendingina, skuldsettir fyri drápsroynd. Í grundlógaravhoyringini avgjørdi dómarin, at teir skulu inn at sita í fyribils fýra vikur, har av teir skulu sita avbyrgdir í eina viku. Mennirnir báðir eru ávikavist 23 og 26 ár. 

 

Tveir aðrir mans eru eisini skuldsettir fyri drápsroynd, men teir eru ikki fongslaðir. Teir báðir eru 17 og 18 ára gamlir.

 

Hildið verður, at vápnini, sum vórðu nýtt í álopinum, vóru ein øks, ein gággari og ymiskir knívar. 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jón Klein Olsen, varapolitiinspektør.

 

Í Sosialinum í dag er eisini ein samrøða við eitt vitni til hendingina.