Øksamálið: Vil hava mannin í fongsul í minst fimm ár

 Ákærin vil, at annar av monnunum, sum er ákærdur fyri at hava lopið á ein annan við øks, skal í fongsul í minst fimm ár.

 

Hinvegin heldur hon at hin maðurin skal dømast til viðgerðar á einum sjúkrahúsi fyri sálarsjúk.

 

Báðir menninir vóru ákærdir fyri drápsroynd, men tað vórðu teir fríkendir fyri fyrr í kvøld. Hinvegin eru teir sekir í serstakliga grovum og vandamiklum harðskapi.  

 

 

Les eisini: Fríkendur fyri drápsroynd

 

 

Nú teir eru dømdir sekir, er eftir at áseta revsingina. Og í hesum sambandi hevur ákærin biðið um, at annar maðurin verður dømdur at sita í minst fimm ár.

 

Men samstundis heldur ákærin, at hin eigur at verða dømdur til viðgerð á sjúkrahúsi fyri sálarsjúk.