Økslin fór úr lið

Við einum máli og tveimum uppleggum var Brima Koroma dagsins maður í Gundadali um vikuskiftið. Og áleyparin, sum er ættaður úr Sierra Leone, var eisini væl nøgdur, tá vit eftir dystin fingu orð á hann.

- Sjálvandi eri eg nøgdur. Eg vildi gjarna, at talan gjørdist um uppaftur fleiri mál, men økslin hjá mær fór úr lið, og hóast eg fekk hana upp á pláss aftur, so var ikki hugsingur hjá mær um at halda fram í dystinum.

- Men eg haldi, at spælið hjá okkum sá slettis ikki so galið út. Sjálvur eri eg eisini við at venja meg við bæði sjálvt spælið og tað at spæla á graslíki, so eg rokni við, at tað verður betri samanhangur í spælinum, sum frálíður. Hesa ferð fingu vit so tey trý stigini, sum vit allir arbeiddu fram ímóti, og vónandi kunnu vit vinna okkum enn fleiri stig komandi dystirnar, segði Brima Koroma eftir dystin.