Í vikuni handaði leiðarin á KT-deplinum, Regin Ellingsgaard, 17 lærarum KT-kort á Tekniska Skúla í Klaksvík. Útbúgvingin "KT-kort Miðnámsskúlans", sum byrjaði á heysti 2005, hevur til endamáls at geva lærarum førleika til nýtslu av KT í undirvísingini. Í hesum tíðarskeiðnum hava luttakararnir við tilknýti til vegleiðarar arbeitt við námsfrøðiligum KT-verkætlanum. Á skúlanum eru tey fegin um hetta skeið, tí tað mennir undirvísingarførleika innan KT, sum í dag er ein neyðugur hentleiki í yrkis- og miðnámsskúlanum.
Myndatekstur:
Lærarar sum fingu ”KT-kort Miðnámsskúlans”, f.v.: Andras Samson Biskopstø, René Jensen, Hans Jacob á Kósini, Jørgin Vágslíð, Bjørn Kastalag, Sjúrður Sólstein, Arthur Abrahamsen, John Erik Hansen, Hanna Ziskason Hansen, Heini Heinesen, Heidi Gregersen, Atli Feilberg Hansen, Karin Kirke Petersen, Jógvan Linklett, Eyðgunn Samuelsen og Eyolv Joensen. Johnny Klein Olsen vantar á myndini