KT-messan glíðandi byrjan

Fyrsta KT-messan av sínum slag gekk uppá stás, tá 600 KT-fólk savnaðust í Norðurlandahúsinum

MESSA

Tað var at kalla fullsett, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum setti KT-messuna, KT 2002 fríggjamorgunin.
Fyrireikingarnar hava tikið langa tíð, og tað hevur verið nógv at gjørt og fyrireika til hesa fyrstu messuna av sínum slag í Føroyum. Tað var eisini stórur áhugi. 600 fólk hava teknað seg til tann fyrsta dagin, sum er ein sokallaður Business to Business dagur, har tað fyri tað nógva eru fólk úr vinnuni í luttaka.
Henda fyrsta dagin vóru framløgur og fyrilestrar á skránni. Ì dag, leygardagin, vera aðrir fyrilestrar og framløgu at síggja og hoyra í Norðurlandahúsinum og Útvarpshøllini.
Skráin fyri leygardagin 20. apríl er hendan:
Kl. 10.00 - 18.00: Framsýningin er opin
Kl. 10.30 - 18.00: Framløgur hvønn hálva tíma í show-rúmi
Kl. 10.30 - 11.15: Fyrilestur í Útvarpshølllini um Windows XP v/Microsoft Danmark
Kl. 11.30 - 12.15:Fyrilestur í Útvarpshølllini við Petur Zachariassen frá Fróðskaparsetrinum
Kl. 13.30 - 14.45:Fyrilestur í Útvarpshølllini við umboðum frá Mentamálastýrinum
Kl. 15.00 - 15.45:Fyrilestur í Útvarpshølllini um Windows XP v/Microsoft Danmark
Kl. 16.30 - 17.15:Fyrilestur í Útvarpshølllini við umboðum frá Vinnumálastýrinum
Kl. 17.30 - 17.45:Esbern Hansen formaður í KT-felagnum tekur samanum
Kl. 18.00:Stevnan endar
Kl. 19.30:Gallaveitsla á Hotel Føroyum