KT-stevna gav bussinum trupulleikar


Tá tiltøk eru í Norðurlandahúsinum, eru ofta trupulleikar við bilum, ið standa ólógliga parkeraðir.
Um vikuskiftið hevur ein stór KT-stevna verið í Norðurlandahúsinum. Av tí at Norðurlandahúsið bara hevur heilt fá parkeringspláss, hava bilar staðið úti á vegunum í grannalagnum.
Hetta gav býarbussinum trupulleikar bæði fríggjadagin og leygardagin. Í Áargeil slapp bussurin heilt einfalt ikki fram vegna teir nógvu bilarnar, ið stóru ófantaliga parkeraðir.
Løgreglan mátti tí rudda bilarnar burtur, so bussurin kundi halda ta vanligu ferðaætlanina.