KT-tilbúgvingin á Gjaldstovuni hækkar nú netálop er innan landoddarnar

Í sambandi við netálopið á Klaksvíkar kommunu hevur KT-trygdarráðið á Gjaldstovuni hækkað KT-tilbúgvingina. Gjaldstovan umsitur Landsnet, Skúlanet, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar. Yvirvakingin av hesum KT-kervunum vísir, at einki óvanligt er í umbúna, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Tá ið ein samstarvsfelagi, sum í hesum føri Klaksvíkar kommuna, verður álopin, hava vit sjálvandi eitt vakið eyga við tær av okkara tænastum, sum viðkomandi samstarvsfelagi brúkar.

 

-Øll kunnu gerast offur fyri netálopum. Hesa ferð er tað Klaksvíkar kommuna. Vit fylgja støðuni og harmast almikið, at henda støðan er íkomin, og vit eru til reiðar at veita ta hjálp, sum vit kunnu, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni.