KT-varðafelagið 10 ár

Fyri 10 árum síðani varð felag stovnað at samskipa og betra umstøðurnar hjá KT-vørðum í fólkaskúlanum.

Mikudagin, 6. januar 2010, er stórur dagur fyri KT-vørðir í fólkaskúlanum. Tá verður møguleiki at taka samanum og meta støðuna »KT í fólkaskúlanum«, nú 10 ár eru liðin, síðani felagið varð stovnað.
- Samstundis seta vit sjálvsagt út í kortið ætlanir og ynski frameftir, ið hava til endamáls at menna KT í fólkaskúlanum, sigur KT-varðafelagið í tíðindaskrivi.
KT-varðafelagið er undirfelag til Føroya Lærarafelag og hevur til endamáls at betra umstøðurnar fyri KT-vørðirnar, men hetta verður altíð við tí í huga, at tá ið KT-vørðurin hevur góðar arbeiðsumstøður, verður tað til frama fyri bæði næmingar og lærarar í fólkaskúlanum. Skulu næmingar og lærarar hava møguleika at taka KT inn, har tað er nátúrligt í gerandisdegnum, so skulu KT-vørðir standa klárir, soleiðis at tøknin riggar, og at nýtari hevur førleika at gagnnýta útgerðina.
Nógv orka hevur seinastu árini verið løgd í at skipa arbeiðsviðurskiftini og í smáum at menna KT-vørðirnar. Hetta hevur ávíkavist verið við at lata Føroya Lærarafelag væl gjøgnumarbeidda arbeiðslýsing og síðani eisini at skipa fyri tiltøkum og vistarskeiðum fyri KT-vørðir.
Nakað av tí, felagið hevur fyri framman er,

- at fáa arbeiðslýsingina setta í verk, so skipað viðurskifti eru á økinum
- at skumpa undir útbúgving og skeið, so KT-vørðir eru dagførdir
- at skipa samstarvið, soleiðis at KT-vørðir seta sítt fingramerki á skúladagin.

Alneyðugt er, at KT-vørðir hava greið og skipað arbeiðsviðurskifti, soleiðis at møguleiki er at hugsavna seg og menna seg í teimum avbjóðingum, leggjast skulu fyri næmingar og lærarar. Til hetta er sjálvsagt neyðugt við útbúgving og skeiðum - og í øllum hesum er sjálvagdur lutur, at tað eru KT-vørðirnir í fólkaskúlanum, ið eru við til at seta orð á tørvin og krøvini.
Í samband við 10-ára dagin verður felagsløta - fyri KT-vørðirnar - í húsum Føroya Lærarafelags, og síðani verður vitjað hjá ymsum KT-fyritøkum.
- Bestu ynski um gott nýggjár og góðar KT-avbjóðingar í føroyska fólkaskúlanum, sigur Jákup av Skarði í KT-varðafelagnum í tíðindaskrivi.