Ráfiskaprísirnir hjá línuskipum, ísfiskatrolarum og smáum trolarum eru øktir við 18% í ár í mun til prísleguna í fjør, sum annars var á einum lágum støði. Hetta vísir eitt yvirlit, sum Føroya Fiskimannafelag hevur gjørt.
Miðalprísurin, sum línuskip hava fingið í ár, er 11,75 krónur fyri kilo.
Teir smærru trolararnir hava fingið í miðal 7,33 krónur fyri kilo, og stórir ísfiskatrolarar hava fingið miðalprísin 9,85 fyri sína veiði.
Yvirlitið hjá Føroya Fiskimannafelag vísir miðalprísir fyri veiðina árini 1990-2010.
Eitt sindur ymiskt er, hvat ár hvør skipabólkur fekk besta prísin, men í 2007 fingu línuskipini í miðal 16,44 krónur fyri kilo.
Í 2004 fingu stórir ísfiskatrolarar miðalprísin 10,27 krónur fyri kilo.
Hyggja vit at smáum trolarum, hava hesir í ár fingið besta miðalprísin síðan 1990, nevniliga 7,33 krónur fyri kilo.
Í mun til árið í fjør, eru ráfiskaprísirnir, sum hesi skip samanlagt hava fingið, øktir við 18% í ár.