Kundu doyð

Leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík. Um bilarnir høvdu rent saman á annan hátt kundu báðir førarnir verið vissir í at doyð, verður upplýst av politistøðini í Klaksvík

Um hálvgum tíggju tíðina leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp á Klaksvíksvegnum. Ein bilur var á veg heim eftir, og hin úteftir. Førarin í bilinum, sum koyrir heimeftir, er ein eldri maður í sjeyti árunum. Í mótkoyrandi bilinum er ein fullur maður, sum koyrir alt ov skjótt. Báðar vinstru síðurnar á bilunum taka í hvørja aðra, og stoyturin er so harður, at báðir bilarnir gerast vrak.
Um bilarnir høvdu rent frontalt saman høvdu báðir førarnir verið deyðir, verður sagt av politistøðini í Klaksvík. Stoyturin var so mikið harður, og hvørgan av førarunum sat í trygdarbelti.
Tann eldri maðurin breyt vinstra arm og fekk ilt í ryggin og fyri bringuna. Hin bilførarin, sum jú eisini var ávirkaður av rúsdrekka, rýmdi av staðnum. Hann hevði smekkað høvdið í, og hevði krógvað seg í einum kjallara tá politiið kom fram á hann. Hann hevði tá blóð um alt andlitið. Politiið upplýsir, at maðurin kann verða vissur í at missa koyrikortið, tí promillan var alt ov høg.

Ófriður í Barok

Politiið í Klaksvík letur annars væl at vikuskiftinum. Sum so hevur verið friðarligt, men eitt sindur av ófriði var í diskotekinum Barok. Har var ein fullur maður, sum var ov ringur at stýra. Vaktirnar á staðnum fingu ikki sissa mannin, so ringt var eftir politinum. Tá teir koma á staðið er maðurin horvin. Men her er talan um eitt harðskapsmál, sum arbeitt verður víðari við.
Politiið upplýsir annars, at hetta er ikki fyrstu ferð, at ófriður er í Barok. Tað letur til, at tað er javnan ófriður, tí fólk akta so illa.