Kunna komandi næmingar og foreldur um Tøknibreytina

Fundurin er serliga ætlaður komandi næmingum og foreldrum teirra

 

Mikukvøldið 19. juni frá kl. 19 til 20 verður kunningarkvøld á TSK, Tekniska Skúla í Klaksvík.

 

Kvøldið er ætlað næmingunum, sum skulu byrja á Tøknibreytini (vanlig leið og ítróttar- og heilsuleið) eftir summarfrítíðina. Foreldur og avvarðandi eru eisini vælkomin.

 

Vit hava sett hesi evni á skrá:

 

  • Hvussu søkja tit um studning
  • Hvussu søkja tit um bókastuðul
  • Hvussu søkja tit um ferðakort
  • Skúlaheimið
  • Skema til komandi skúlaár
  • Hvar síggja tit skúlating og annað.

 

Eftir hetta verður høvi at hitta lærarar og aðrar næmingar.

 

Skúlin bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið.