Kunna um nýggju lóggávuna

Vinnuhúsið skipar tann 18. januar fyri kunnandi fundi um nýggju partafelags- og ársroknskaparlóggávuna. Jógvan Ellefsen, advokatur og Bjarni Arnason, grannskoðari, standa fyri kunningini, meðan Kristin Balle frá Skráseting Føroya og Søren Pram Sørensen úr Vinnumálaráðnum verða við og svara spurningum frá luttakarunum. Kunningartiltakið er ætlað virkisleiðslum: Nevndarlimum, stjórum og fíggjarleiðarum.