Hóskvøldið verður skipað fyri almennari kunning um útbúgvingarnar á Setrinum í Suðuroy.
Tiltakið verður á Seglloftinum á Tvøroyri kokkan 20. Setur.fo skrivar, at har fáa fólk høvi at hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum til heystar.
Umsóknarfreist til at søkja inn til lestur á Fróðskaparsetur Føroya eftir kvotu 2 skipanini er mikudagin 15. apríl. Kvota 2 er møguleikin hjá teimum, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tey hava annað javngott prógv á sama stigi ella hægri.
Tá verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.
Freistin at søkja inn eftir kvotu 1 er mikudagin 1. juli. Upptøka eftir kvotu 1 krevur gymnasialt miðnámsprógv við nóg góðum miðaltali + møgulig serkrøv. Nærri kunning um útbúgvingarnar eru at finna her á heimasíðuni hjá Setrinum