– Hevur tú hug at bjóða fram almennan sauna ella líknandi í Tórshavnar kommunu? Nú ber til at søkja um loyvi at bjóða fram almenn vælveru- og heilsutilboð, so sum sauna- ella hitapottavirksemi á útvaldum økjum í Tórshavnar kommunu.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna.
Umsøkjarin leigar sostatt eitt øki frá Tórshavnar kommunu at skipa sítt vinnuliga virksemi á. Tað ber til at søkja um virksemi á trimum staðsetingum:
- Í Álakeri í Havn
- við Sjógv í Kollafirði
- og við Malarenda í Nólsoy.
– Tú sært økini uppteknað í verkætlanarlýsingini her:
Verkætlanarlýsing - Útboð av vælveruvirksemi í Tórshavnar kommunu
Verkætlanin hjá umsøkjaranum skal skipast sum eitt alment fólkaheilsufremjandi tilboð, almenninginum at gagni, har karmarnir bæði kunnu skipast á landi og á flótipalli á sjónum. Umsøkjarin ber sjálvur allan kostnaðin av síni verkætlan og hevur samstundis fulla ábyrgd av virksemi sínum.
Freistin at søkja er 1. august klokkan 12.
Nakrar myndir úr verkætlanarlýsingini hjá Tórshavnar kommunu:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##