Eitt ávíst slag av kostískoyti, ið sigst at vera gagnligt hjá folki, sum venja, kann vera lívshættisligt.
Tað staðfestir Heilsufrøðilig Starvsstovan.
Tí ávara tey á Heilsufrøðligu Starvsstovuni nú ímóti einum ávísum slagi av kostískoyti og í Danmark verður eisini ávarað ímóti sama slagi av kostískoyti.
Talan er um kostískoytið í nevnist Jack3d, og orsøkin til, at ávarað verður ímóti tí, er, at eitt evni, ið eitur 1,3-dimethylamylamine, 1,3 DMAA, er í tí.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan leggur dent á, at ávaringin er bara vend ímóti teimum sløgum av Jack3d, har tað stendur, at evnið 1,3-dimethylamylamine, er í.
Hetta er ikki kostískoyti, sum verður selt í handlum, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er selt á ymsum bólkum á Facebook
Orsøkin til ávaringina er, at tað er ávíst, at hetta ávísa evnið, 1,3DMAA, kann vera rættiliga Heilsuskaðiligt fyri fólk, sum venja kropsliga venjing.
Heilsuskaðarnir, ið hava víst seg, eru serliga hjarta- og æðratrupulleikar
Men eisini fólk, sum ikki røra seg serliga nógv, hava fingið heilsuskaðar av evninum.
Heilsuvandin, ið kann standast av hesum evninum, er, at hjartað fer at sláa títtari og tað fer at sláa óregluligt, umframt at tað kann elva til høgt blóðtrýst, svimbul, blóðpropp og heilabløðing, og tað kann eisini vera beinleiðis deyðiligt.
Aðrir heilsuvandar, ið kunnu standast av at taka Jack3d, eru ristingar í vøddum, órógv, angist og kæti.
Tí mælir Heilsufrøðilig Starvsstovan fólki frá at hava nakað við hetta evni at gera, og tey, sum hava nakað av tí, eiga at tveita tað burtur.