Kunnu fáa formanskapping

Kári P. Højgaard hevur ongantíð verið í samgongu, síðani hann í 2002 kom á ting. Nú stríðist hann fyri at vinna sínum flokki pláss í landsstýrinum, og samstundis minkar hann um trygdina undir sær sum formaður í flokkinum.

Tað er ikki vist, at Sjálvstýrisflokkurin fær landsstýrissess í eini møguligari nýggjari samgongu, men fyri flokkin hevði tað sjálvsagt verið optimalt at fingið landsstýrisumboð. Harvið hevði umboðanin verið tvífaldað.

Eitt upplagt boð upp á landsstýrismann er Jógvan Skorheim. Um hann verður landsstýrismaður, so ber tað við sær, at tað kann verða kapping um formanssessin í Sjálvstýrisflokkinum. Formaðurin skal vera valdur í Løgtingið ella landsstýrismaður, og Jógvan Skorheim hevur boðað frá, at hann er áhugaður í formanssessinum.

Um Sjálvstýrið ikki fær landsstýrisess, er Kári P. Højgaard einasta boðið upp á formann í Sjálvstýrisflokkinum, sum skipanin í flokkinum er í løtuni.

(mynd skorheim)