Kunnu fáa jackpot á Føroyaøkinum

-Vit síggja stórar strukturar í føroysku undirgrundini, sum kunnu vera risastór olju- ella gassfelt. Hesi seinastu 10 árini hava gjørt meg meira bjartskygdan og hava sannført meg um, at tað er bæði rætt og skilagott vilja altjóða oljufeløg gera framtíðar íløgur í føroysku undirgrundini sigur Heri Ziska, jarðalisfrøðingur á Jarðfrøðissavninum

Oljuframtíð


Heri Ziska, sum saman við Súsonnu Sørensen hevur lagt stóru oljuráðstevnuna, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í dag, til rættis, hevur arbeitt á Jarðfrøðissavninum í skjótt 10 ár og hevur tískil verið við í nærum allari oljutilgongdini her heima. Hann heldur, at ráðstevnan kann vera eitt veruligt vegamót í oljuleitingini við Føroyar, nakað, sum kann fáa altjóða oljuheimin av álvara at geva Føroyum gætur í framtíðar oljuhøpi.

Sjálvur hevur hann lagt fyrilestrar og tann fakliga partin til rættis av ráðstevnuni ?Eg haldi vit hava eina sera spennandi skrá. Og hon er serliga spennandi, nú øll oljufeløgini, sum arbeiða í føroyska økinum, leggja fram nakað av tí tey hava arbeitt við. Oftani eru tað bara lærdir háskúlar og kanningarstovnar, sum leggja fram, og tí er tað ein stór styrki, at tað í stóran mun eru oljufeløgini, sum hava framløgur. Sosialurin hevur eisini skilt á vísindafólki og serfrøðingum og oljufólki sum heild, ið koma við til stevnuna, at tey meta skránna at vera sera áhugaverda, og tey halda, at slík ráðstevna kann vera við at seta veruligt fokus á aftur føroyska landgrunnin.

Vilja skilja jarðfrøðina betur
Men hvat er tað, sum ger, at útlendskir oljuserfrøðingar í stórum tali leita til Føroya til slíka ráðstevnu, nú Føroyaøkið ikki júst verður raðfest fremst í altjóða oljuheiminum, spurdu vit Hera Ziska!

-Tað er fyri at fáa eitt betri forstáilsi av jarðfrøðini í Føroyum. Øll geva eitt sindur av tí tey vita, men øll fáa eisini eitt sindur av tí øll hini vita. Man styrkir samlað sæð sína egnu vitan nógv við at koma á slíka ráðstevnu og við at leggja nakað fram, tí tá fær ein viðmerkingar aftur, sum kunnu gera, at man fær gongd í nakrar nýggjar tankar. Vónandi verða tað mong kontroversiell hugskot, sum verða løgd fram, og sum so verða loftað ella skotin til botns.

-Hvørji svar er tú sum jarðalisfrøðingur mest spentur um, fara at vera givin á ráðstevnuni?

-Tað hevur verið eitt sindur av svartskygni um tað føroyska økið eftir tær fýra fyrstu boringarnar. Eitt av høvuðsendamálunum við hesi ráðstevnu er tí at seta fokus á alt tað, sum ikki er roynt og allar teir møguleikarnar, sum eru eftir - hvussu vit kunnu fáa eygað á teir. Tað skal tó sigast, at tað eru ikki øll oljufeløg, sum eru svartskygd. Vónandi fáa vit so tann boðskapin til hesi feløg, at tað er eingin orsøk til svartskygni, tí her er so nógv eftir at royna sigur Heri Ziska og vísir á, at vit nettupp mugu taka svartskygni fram og finna út av, hvat tað byggir á. Byggir tað á nakað reelt, so má man loysa trupulleikararnar. Um tað byggir meira á psykologi enn fakta, so er sera umráðandi, at man fær víst á, hvat tað er, sum stýrir tí.

Postiva ávirkan
-Kann úrslitið av eini slíkari ráðstevnu koma at hava stóra ávirkan á komandi útbjóðing, ringa ella góða?

-Ja, og helst fyrst og fremst positiva. Tí tað er so lítið tilfar um tað føroyska økið í umfari í oljuídnaðinum. Og nú kemur sera nógv tilfar av tøkniligum slag fram og stórt sæð um allar spurningar av jarðfrøðini, um oljuleiting, um at hyggja gjøgnum basalt osfr. Tað vera nokk nógv, sum kanska fyri fyrstu ferð finna út av, hvussu nógvar fasettir veruliga eru í lagi. Tað einasta, sum ger okkum eitt sindur svartskygd, er basaltið. Tað ger alt eitt sindur trupulari, men tað ger ikki møguleikarnar færri, og so er tað eisini meira avbjóðandi.

-So hóast føroyska økið verður endavent, so vita vit ikki, hvat goymir seg undir basaltinum!

-Vit vita, at har eru sedimentir, og spurningurin er tá, hvat fyri sedimentir. Eg skal sjálvur halda fyrilestur um tað málið. Vit mugu spyrja, hvat kann vera undir basaltinum, og hvørjar møguleikar eru fyri, at einki er, sum vit hava vónað.

-Tá nú so mong onnur øki í heiminum eru meira áhugaverd, spennandi og lættari at fara eftir, hví skal tað so vera eitt gott hugskot hjá oljufeløgunum at brúka pengar uppá leiting í einum so óvissum og váðiligum øki sum okkara?

-At her eru stabil politisk viðurskifti hevur nakað at siga. Men tað, sum hevur serstakan áhuga og sum hugt verður eftir á Føroyaøkinum í dag, eru risastórir strukturar, og um so er, at teir rigga, tvs. um allar fortreytirnar eru tilsteðar at goyma olju ella gass, so er tað "jackpot". Sjálvandi kann tað kiksa, og váðin er stórur vita vit. Men teir møguleikar, sum eru, eru so stórir, at man má royna teir.

-Men hvussu kunnu tit koma til slíka niðurstøðu, tá tað er so torført at síggja gjøgnum basaltið?

-Vit hava kortlagt strukturar í undirgrundini. Vit vita ikki, um reservoir, tvs. goymslur eru har. Og um tær eru, hvussu tær síggja út.

High risk ? high reward
Heri Ziska sigur, at fyri oljufeløg, sum arbeiða út frá málsetninginum: "High risk ? high reward" tvs. høgan váða gevur høgan vinning, er føroyski landgrunnurin eitt sera upplagt øki at leita í.

Hann vísir á, at Føroyaøkið kanska dregur nógv feløg at sær, nú mong halda, at tíðin, tá tey stóru fundini vórðu gjørd í Norðsjónum og eisini vestan fyri Hetland, er farin. ?Eg veit um okkurt felag, sum heldur, at man hevur troytt tað mesta vestan fyri Hetland, tvs. soleiðis at man ikkki heldur, at har verða gjørd risastór fund. Í Føroyum er so lítið kannað, so her er møguleikin fyri stórum fundum framvegis tilsteðar.

Bjartskygdur
Heri Ziska er útbúgving jarðalisfrøðingur. Hann byrjaði á Jarðfrøðissavninum í 94, tá tey fyrstu jarðfrøðiligu dataini vórðu viðgjørd.

-Eg eri minst líka bjartskygdur sum eg var fyri 10 árum síðani. Eg eri í eini sera hepnari støðu, nú eg síggi alt, sum feløgini gera. Nakað er positivt og nakað negativt. Man fær so eitt sera gott innlit í, hvussu feløgini arbeiða og hugsa, umframt at vit sjálvi hava sera góðan møguleika fyri at gera okkara egna arbeiði og harvið kunnu sammeta við teirra.

Eitt stórt arbeiði við tulking av kanningum er gjørt á Jarðfrøðissavninum øll hesi árini Tvs. at Heri Ziska hevur innlit í øll tey úrslit av kanningunum, sum oljufeløg hava gjørt við Føroyar. Tað er sum so ein stór styrki at hava, tá samráðast skal við tey ymsu feløgini.

Men er ikki vandi fyri at fara undir eina 2. útbjóðing, nú fleiri feløg eru ivasom spurdu vit Hera Ziska: -Eg vil heldur spyrja, hví skulu vit bíða. Her er nógv spennandi at fara eftir, og vit eiga ikki at sleppa hesum. Vit mugu royna at sannføra feløgini um, at tey eiga ikki at hava ráð til at rýma. Onkur fer at søkja, og tey fáa tey bestu økini. Spurningurin er, um oljufeløgini hava ráð til at lata vera at koma. Men tað snýr seg eisini um at sannføra tey, sum ikki eru so virkin, um at her kunnu vera spennandi avbjóðingar. Hetta er so partur av tí tøkniligu marknaðarføringini, har vit greiða frá, at tað jarðfrøðiliga loysir seg at leita í føroysku undirgrundini.

Heri Ziska sigur, at henda ráðstevnan hevur verið eitt hjartabarn hjá sær, síðani hann byrjaði í 94. Nú fer hon so av bakkastokki. Talan verður helst um eitt afturvendandi tiltak, men ráðstevnan verður so neyvan á hvørjum ári.

Tað eru kapasitetirnir, sum arbeiða við Føroyaøkinum, ið eru við onkursvegna. Ein gamal kenningur, Richard Hardmann, sum var millum fyrstu útlendsku oljufólkini, ið vístu Føroyum ans, er millum luttakararnar. Hann er ráðgevi hjá føroyska oljufelagnum, Atlants Kolvetni.






-